Lýsing
Rannsóknarstovan hevur tørv á einum sjúkrarøktarfrøðingi ella heilsurøktara til tíðaravmarkað starv í tíðini 1. desember 2023, ella skjótast til ber, til 30. november 2024.
Arbeiðstíðin er frá kl. 8-14 mánadag til fríggjadag.
Rannsóknarstovan umfatar kliniska biokemi, kliniska immunologi/blóðbanka og kliniska mikrobiologi.
Blóðroyndir verða tiknar av innløgdum og ambulantum sjúklingum á sjúkrahúsinum, á lækna-miðstøðini í Vági og eftir nærri avtalu heima hjá borgarum í Suðuroynni.
Høvuðsuppgávurnar verða at taka blóðroyndir og EKG umframt annað fyrifallandi arbeiði á rannsóknarstovuni.
Tann, ið sett/ur verður, fær neyðuga upplæring til allar uppgávur.
Vit vænta at umsøkjarar:
- seta tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
- eru sjálvstøðugir, positivir, engasjeraðir og motiveraðir
- hava góð samstarvsevni bæði mono- og tvørfakligt
- eru fleksiblir viðv. arbeiðsuppgávum og arbeiðstíðum
- hava góðan telduførleika
- hava prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari.
Royndir við líknandi arbeiðsuppgávum kunnu vera ein fyrimunur.
Vit kunnu bjóða:
- góðar starvsfelagar og gott arbeiðsumhvørvi
- ávirkan á egnan gerandisdag
- eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt arbeiði
- skipaða innleiðslu
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast frá leiðandi bioanalytikara Marit Holm tlf. 34 33 00 ella marho@ssh.fo
Umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast til starv@ssh.fo
Umsóknarfreistin er 3. november 2023.
Á heimasíðu okkara www.ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.