Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
10. september 2021
Útgongur
18. oktober 2021
Staður
Tvøroyri, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Rannsóknarstovan hevur tørv á einum sjúkrarøktarfrøðingi ella heilsurøktara til avloysarastarv í tíðini

  1. oktobur 2021, ella skjótast til ber, til 30. septembur 2022.

Arbeiðstíðin er frá kl. 8-14 mánadag til fríggjadag.
Rannsóknarstovan umfatar kliniska biokemi, kliniska immunologi/blóðbanka og kliniska mikrobiologi.

Blóðroyndir verða tiknar av innløgdum og ambulantum sjúklingum á sjúkrahúsinum, á læknamiðstøðini í Vági og eftir nærri avtalu heima hjá borgarum í Suðuroynni.

Høvuðsuppgávurnar verða at taka blóðroyndir og EKG umframt annað fyrifallandi arbeiði á rannsóknarstovuni.

Tann,ið sett/ur verður, fær neyðuga upplæring til allar uppgávur.

Vit vænta at umsøkjarar:

  • seta tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
  • eru sjálvstøðugir, positivir, engasjeraðir og motiveraðir
  • hava góð samstarvsevni bæði mono- og tvørfakligt
  • eru fleksiblir viðv. arbeiðsuppgávum og arbeiðstíðum
  • hava góðan telduførleika
  • hava prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari.

Vit kunnu bjóða:

  • góðar starvsfelagar og gott arbeiðsumhvørvi
  • ávirkan á egnan gerandisdag
  • eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt arbeiði.

 

Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast frá virk. leiðandi bioanalytikara Marit Holm tlf. 34 33 00 ella marho@ssh.fo

SØK STARVIÐ

 

 

Umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast til ssh@ssh.fo
Umsóknarfreistin er 18. septembur 2021.

Á heimasíðuni www.ssh.fo er meira kunning um Suðuroyar sjúkrahús.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið