Lýsing
Sjúkrarøktarfrøðingur/læknaskrivari til fast starv í kommunulæknaviðtaluni á Frúutrø, Tórshavn
Søkt verður eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi ella læknaskrivara at byrja 1. august 2022.
Arbeiðsuppgávurnar verða m.a.
- Visitatión umvegis telefon, teldupost og heimasíðu
- Gera ymiskar parakliniskar kanningar
- Uppgávur í samband við rakstur av viðtaluni og annað fyrifallandi
Dentur verður lagdur á hesar førleikar:
- Starvsroyndir frá kommunulækna
- Góð samstarvsevni
- Eitt opið og jaligt sinni við ynski um at veita góða tænastu
- Breiða og góða fakligheit og áhuga fyri víðari menning
- Fleksibilitet
- Telduførleika. Kunnleika til Cosmic er ein fyrimunur
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og fakfelagið.
Starvið er mett til starvsbrøk 0,5 Starvsbrøkurin kann tó tillagast eftir avtalu.
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu sendast til ingaj@kl.fo
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Seinasta freist at søkja er sunnudagin 19. juni 2022.
Ynskir tú fleiri upplýsingar, ber til at senda teldupost ella ringja á tel. 308 320.
Inga Mareta Joensen, kommunulækni
Jónas Broncksgøta 7
100 Tórshavn