Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
14. maj 2024
Útgongur
7. juni 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ynskir tú at nýta og menna tínar sjúkrarøktarfakligu førleikar? So er starvið her!

Vit sóknast eftir
Okkum tørvar sjúkrarøktarfakligar førleikar í samlaða starvsfólkahópinum, og tí verður søkt eftir:
- Einum sjúkrarøktarfrøðingi fulla tíð ella eftir avtalu, frá 1. august 2024
- Einum heilsurøktara fulla tíð ella eftir avtalu, frá 1. august 2024
Arbeitt verður í blandaðum vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Høvuðsendamálið við størvunum er at tryggja dygdargóða sjúkrarøkt við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka. Sjúkrarøkt á Heiminum við Vágna umfatar m.a. sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning, samskipan og vegleiðing til búfólk, avvarðandi, starvsfólk, næmingar og lesandi.

Á heiminum eru tríggjar eindir við tilsamans 24 plássum. Á ovaru hæddini búgva 16 fólk i tveimum eindum og eindin í niðaru hæddini verður í næstum skipað sum demenseind.

Førleikakrøv og karmar
Til størvini krevjast autorisatión og útbúgving sum ávikavist sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktari.

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og sjálvstøðugt starv við góðari innleiðslu. Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fakliga avbjóðandi, og tí eru breiðar kliniskar royndir, bæði úr sekundera og primera geiranum, viðkomandi fyri starvið. Somuleiðis kunnu útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið vera ein fyrimunur.

Arbeiðið er skipað í samstarvi við aðrar eindir í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, eins og við aðrar fakbólkar, stovnar og geirar. Tí vænta vit, at tú hevur góð evni at samskifta og samskipa, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.

Í NBH eru góðir møguleikar fyri at menna seg, bæði persónliga og fakliga.
Fyri at stuðla undir tína heilsu, bjóða vit tær at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.

Virksemið hjá NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Heilsurøktarafelagið.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Kristinu Viderø, deildarleiðara, á tel. + 298 793440 ella við telduposti til kristinan@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m. verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er 7. juni 2024.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið