Lýsing
Á Heiminum við Vallalíð sóknast vit eftir sjúkrarøktarfrøðingi og heilsurøktara til okkara hóp.
Hevur tú hug at arbeiða við persónscentreraðari umsorgan til menniskju, ið hava demenssjúkur? Heldur tú tað er spennandi og virðismikið at viðvirka til at búfólk á stovnið fáa ein góðan gerandisdag, og verða stuðlaði í at varðveita minnini og trívast. Ert tú áhittin, og dugur at skapa eitt heim við góðum huglagi? Raðfestir tú fakliga dygd og menning?
Sum starvsfólk ert tú týdningarmesta tilfeingið, at fremja trivnað á einum demensheimið. Gevur tað meining at vera um menniskju sum stríðast við demenssjúkur? So er tað møguliga tær vit leita eftir!
Heimið við Vallalíð er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu. Á Vallalíð búgva 16 fólk, ið stríðast við demenssjúkur av ymiskum slag. Arbeiðsuppgávurnar eru røkt og umsorgan, og saman við starvsfeløgunum at skipa fyri einum dagligdegi sum skapar innihald og stimbrar sansirnir hjá búfólkunum.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144003