Lýsing
Vit sóknast eftir
- Sjúkrarøktarfrøðingi í fast starv frá 1. oktober 2023 ella eftir nærri avtalu. Setanarbrøkurin er 0,7. Arbeitt verður gerandisdagar í dagvaktum.
- Heilsurøktara í fast starv frá 1. oktober 2023 ella eftir nærri avtalu. Setanarbrøkurin er 0,7. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.
Førleikakrøv og karmar
Til størvini krevst útbúgving og autorisatión sum ávikavist sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktari.
Tað eru 15 pláss á Sambýlinum á Heygnum. Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, er í eini tilgongd at skipa Sambýlið á Heygnum til eina eind fyri heimabúgvandi borgarar í Norðoyggjum, 67 ár og eldri, sum hava tørv á hjálp í styttri tíðarskeið. Tað veri seg samdøgursrehabilitering, umlætting, røkt og linnan. Í hesum sambandi tørvar okkum fleiri sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar í starvsfólkahópin.
Yvirskipaða endamálið er, at borgarin megnar sín egna gerandisdag, í tann mun tað ber til, og fær møguleika fyri at búleikast heima sum longst. Málið fyri upphaldið á eindini tekur støði í tørvi og ynskjum hins einstaka, og tænastan verður løgd til rættis eftir hesum.
Arbeitt verður í tvørfakligum samstarvi millum fleiri ymiskar fakbólkar og eindir í NBH, eins og tvørtur um geirar. Vit vænta tí, at tú hevur áhuga í at arbeiða við rehabilitering í einum tvørfakligum samstarvi, sum treytar, at tú hevur góð evni at samskifta, samskipa og sjálvstøðugt megnar at leggja arbeiðsgongdir til rættis.
Tænastan er í støðugari menning og í eini broytingartilgongd, har virkisfýsni og fleksibilitetur eru neyðugir førleikar.
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi starv við sera nógvum fakligum avbjóðingum og góðari innleiðslu til starvið. Eisini kunnu vit bjóða tær eitt jaligt og framtakshugað arbeiðspláss við góðum kørmum, har tú fært møguleika fyri at seta tín dám á og vera partur av menningini av nýggju eindini.
NBH hevur sum visjón at veita tænastur á høgum fakligum stigi, og tí eru møguleikar fyri fakligari og persónligari menning góðir.
Øllum starvsfólkum í NBH stendur í boði at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven & Virka’.
Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og ávíkavist Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Heilsurøktarafelagið.
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Sólgerð Vang, deildarleiðara, á tel. +298 793410 ella við telduposti til solgerdv@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m. verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til størvini er á middegi 21. august 2023.