Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
4. januar 2024
Útgongur
18. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi og einum heilsurøktara til tíðaravmarkaði størv á seingjadeildini:

Sjúkrarøktarfrøðingur:

  • Eitt starv við arbeiðstíð á 0,7 í øllum vaktum til setan skjótast møguligt og til 28. februar 2025.

Heilsurøktari:

  • Eitt starv við arbeiðstíð á 0,6 í dag- og kvøldvaktum til setan skjótast møguligt og til 31. januar 2025.

Vit vænta at umsøkjarar:

  • seta tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
  • hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleikum
  • hava góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
  • hava prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur/heilsurøktari
  • hava telduførleika – vit nýta Cosmic.

Vit kunnu bjóða:

  • ein avbjóðandi, áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað
  • arbeiðssamar og dugnaligar starvsfelagar
  • mennandi uppgávur har gerandisdagurin ikki altíð er eins
  • skipaða innleiðslu.

Ert tú ikki búsitandi í Suðuroynni og ætlar at flyta til oynna, hjálpa vit til við at finna bústað.

Setanartreytir:

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar/ Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Lisbet Jacobsen, deildarleiðara tlf. 34 33 00 ella umvegis teldupost lisbet@ssh.fo.

Umsókn við CV skal sendast til starv@ssh.fo í seinasta lagi 18.01.2024.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið