Landssjúkrahúsið
Útgivið
18. januar 2024
Útgongur
17. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til økið Norðoyggjar. Talan er um barnsburðar farloyvisstarv á brøki 0,8 til setan frá 15.04.24 – 31.04.25

Her fært tú møguleikan at verða við til at mynda okkara økispsykiatri. Í hesum økinum eru tveir sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiða saman um økið, ið fevnir um Norðoyggjar. Vit eru í alt tólv sjúktarøktarfrøðingar í økispsykiatriska toyminum og tveir sosialráðgevar. Aðru hvørja viku møtast vit andlit til andlit til konferensu, fakliga sparring og supervisión. Aðru hvørja viku hittast vit til fakligt forum og “stovugongd” á netinum. Vit arbeiða í tøttum samstarvi við allar fakbólkar í psykiatriini og tvørgeiraligt, so sum heimatænastu, kommunulæknar og onnur.

Psykiatriski Depilin arbeiðir eftir hugburðinum, ”Samskapað psykiatri”, har rehabilitering og recovery eru týdningarmikil í tilgongdini til einstaka sjúklingin.

Vit virka fyri, og í samstarvi við einstaka persónin við sálarligum avbjóðingum, at koma seg, at arbeiða við tí hann setir sær sum mál og skapa karmar, so hann hevur møguleika at liva eitt so sjálvstøðugt, virðiligt og virkið lív sum til ber.

Starvsdagurin hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Økispsykiatriini er mest við heimavitjanum hjá borgarum og viðtalum á skrivstovuni. Vit brúka eisini telefonviðtalur og viðtalur á netinum umvegis Teams.

Á Psykiatriska Deplinum arbeiða vit miðvíst við betranararbeiði eftir háttinum Quality Improvement, so vit áhaldandi kunnu menna og halda støðið á tænastu, trygd og dygd.

Hvør ert tú ?
Tú ert útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur sum ert sinnað/ur at læra meira um sjúklingar við psykiatriskum sjúkum og megnar at arbeiða rættuliga sjálvstøðugt.

Tú kennir teg aftur, tá vit siga, at:
Tú ert forvitin eftir at læra meira um psykiatriskar avbjóðingar. Vit eru her fyri sjúklingarnar. Teimum tørva, at vit møta teimum við yvirskoti, so tey kunnu fáa ein tryggan gerandisdag aftur. Tú møtir sjúklingunum og teirra lívssøgu við tolni og á rúmligan hátt og vilt bera vónina fyri tey, sum ikki megna tað sjálvi.

Tú ert ein liðleikari. Sum toymi hava vit brúk fyri styrkjunum og ymiskleikanum hjá hvørjum øðrum fyri best at koma at málinum. Tá vit skulu arbeiða tvørfakliga ,er umráðandi at tú sum starvsfelagi hevur viðring fyri øðrum starvsfeløgum og ert opin fyri íblástri frá øðrum og dugir at læra frá tær. Tú dugir at raðfesta og virka sjálvstøðugt í uppgávunum.

Er hetta tú, so er tað tær vit leita eftir.

Hvørji eru vit ?
Tú fært nakrar dugnaligar og eldhugaðar starvsfelagar, sum brenna fyri sínum arbeiði, og sum kunnu geva tær góða innleiðslu í arbeiðið. Vit hava møguleika fyri refleksión saman við starvsfeløgum, skipaða supervisión og góðar møguleikar at mennast fakliga. Summi hava arbeitt her í mong ár, sum eru komin seinni, men øll stremba eftir at skapa eitt gott arbeiðspláss, har vit altíð gleða okkum til næsta arbeiðsdag.

Í arbeiðnum er tað neyðugt, at tú hevur koyrikort.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Birgit Andersen, deildarleiðara, tlf. 234557, birgit.andersen@ls.fo ella Eydnu I Lindenskov, depilsleiðara, eydna.lindenskov@ls.fo 

Umsóknarfreistin er tann 17. februar 24.
Upprunaprógv fyri útbúgving, autorisatión og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Vinarliga søk starvið her.

sí lýsing her

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið