Lýsing
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til B6 at byrja 01.08.2022 ella eftir avtalu. Talan er um eitt fast starv á starvsbrøki 0,9 í skiftandi vaktum.
B6 er ein medisinsk deild, sum tekur móti elektivum og akuttum sjúklingum. Deildin hevur pláss fyri 17 sjúklingum. Virksemið á deildini er við tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra somu sergreinar.
Sjúkrarøkt og viðgerð á deildini eru innan hesar sergreinar:
Onko-, gastroentero-, endokrino-, hemato-, reumato-, dermato-, nephro-, infektiónsmedisin, og palliatión.
https://sv.ls.fo/leys-stoerv/sj%C3%BAkraroektarfroe%C3%B0ingur-til-b6-%C3%A1-landssj%C3%BAkrah%C3%BAsinum/