LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
2. december 2022
Útgongur
16. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir sjúkrarøktarfrøðingi til B7, til blandaðar vaktir til setan 01.01.2022 ella skjótast gjørligt. Talan er um farloyvisstarv á starvsbrøki 0,7 til og við 31.09.2023.

Um okkum
B7 er medisinsk deild, har høvuðssergreinin er neurologi. Vit taka ímóti elektivum og akuttum sjúklingum við apopleksi, og øðrum nerurologiskum sjúkum, umframt sjúklingum innan aðrar medisinskar sergreinar.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini.

Førleikar

  • Tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Ágrýtin og hevur dirvi
  • Góð samstarvsevni og ert fleksibul
  • Fakligan áhuga innan økið
  • Evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
  • Megnar at miðla vitan bæði til starvsfelagar á deildini og aðrar starvsbólkar
  • Hevur eitt opið og jaligt sinni
  • Góðar telduførleikar

Vit bjóða

  • Innleiðslu og upplæring á deildini
  • Fjølbroytt arbeiði
  • Spennandi avbjóðingar
  • Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.


Nærri upplýsningar
 um starvið fáast við at venda sær til Elisabeth Hjaltalin, funktiónsleiðara á B7, tlf. 304500 - 6067 ella t-post elihj@ls.fo ella Húngunn Højgaard, varaleiðara, tlf. 304500 - 6007 ella t-post hunho@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 16.12.2022.

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkinum “Um okkum”

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið