TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Útgivið
16. september 2022
Útgongur
29. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug at arbeiða innan eldraøkið og at skapa heilsugóð og virðilig kor fyri búfólk á Boðanesheiminum, so er tað tær, vit leita eftir.

Boðalon er búeind hjá 16 fólkum, sum hava demens. Á lonini veður dentur lagdur á at liva eitt lív, sum gevur meining og at varðveita samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Høga fakliga dygdin í Boðalon strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Søkt verður eftir:
einum sjúkrarøktarfrøðingi. Starvsbrøkurin er 0,8 ella annan brøk, sum passar tær betur.

Arbeitt verður fjóra hvørt vikuskifti.

Starvið verður sett frá 1. novembur 2022 ella eftir nærri avtalu.

Førleikakrøv

  • Prógvog góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Atmenna sjúkrarøktarfrøðligar uppgávur sum eru á deildini
  • Àhugaí at starvast við fólki sum hava demens
  • Góðevni at samskifta í skrift og talu
  • Hugat arbeiða og samstarva í einum tvøryrkisligari toymisskipan í menning
  • Møguleikaat seta tín dám á og framhaldandi at menna Boðalon
  • KT-førleikaí brúkarastigi

Vit bjóða tær:

  • einagóða innleiðslu
  • einyrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • dugnaligarog glaðar starvsfelagar
  • eittopið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • møguleikaat seta tín dám á gerandisdagin hjá búfólkunum á Strandarlon

Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mai Dahl, deildarleiðara á Boðalon, telefon 22 67 90, ella við telduposti til maid@torshavn.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: »Sjúkrarøktarfrøðingur til Boðalon«.

Umsóknarfreistin er 29. september 2022.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið