Lýsing
Ynskir tú at menna tínar fakligu førleikar og royndir innan demensøkið? So er tað tær vit leita eftir til Boðalon.
Boðalon er ein væl normerað demenseind á Boðanesheiminum har 16 búfólk búgva. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Á Boðalon verður dentur lagdur á, at starvsfólk stuðla undir lívsgóðskuni og samleikanum hjá búfólkunum.
Demensrøktin er tillagað hvønn einstaka fyri at tryggja ein tryggan og innihaldsríkan gerandisdag. Tilvitskan um persónligar eginleikar og fakligu dygdina hava stóran týdning fyri demensrøktina á Boðalon. Arbeitt verður støðugt við at tryggja og menna dygdina, og dentur verður lagdur á at arbeiða viðurkennandi og samstarvsinnað, so búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.