Lýsing
Ynskir tú at nýta og menna tínar sjúkrarøktarfakligu førleikar innan demensøkið? Hygg her!
Vit sóknast eftir
Búðatrøð tørvar sjúkrarøktarfrøðing við áhuga fyri demensøkinum frá 1. januar 2024 ella eftir nærri avtalu.
Starvsbrøkurin er 0,533. Arbeitt verður gerandisdagar millum kl. 8 og 19.
Búðatrøð er dagtilhald fyri heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum, ið hava fingið eina demenssjúku.
Nærri kunning um virksemið í Búðatrøð sæst her: https://nbh.fo/taenastur/dagtilhaldid-budatroed/.
Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst autorisatión og útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur. Somuleiðis kunnu útbúgving og royndir innan demensøkið vera fyrimunir.
Endamálið við virkseminum í Búðatrøð er at stuðla undir ein skipaðan, innihaldsríkan gerandisdag, ið er merktur av lívsgleði og trivnaði, og at styrkja sjálvsavgerðarrættin við støði í førleikum, ynskjum og tørvi hins einstaka.
Í hesum starvinum hava persónligir eginleikar og fakligir førleikar stóran týdning. Vit vænta tí, at tú hevur hugflog og megnar at leggja til rættis virksemi, ið gevur meining fyri tann einstaka og harvið kveikja ein lívsjáttandi gerandisdag.
Tað er neyðugt, at tú ert fleksibul, sýnir tol, dugir at síggja ymiskar og skiftandi tørvir og at handla í mun til hesar í tøttum samstarvi við starvsfólkini í Búðatrøð. Tí eru góð evni at samskifta, samskapa og leggja til rættis týðandi eginleikar.
Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, ynskir at veita tænastur á høgum stigi, og tí fært tú møguleika fyri at førleikamenna teg bæði persónliga og fakliga innan økir, ið eru viðkomandi fyri starvið.
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv, góðar umstøður, dugnaligar starvsfelagar og dygga innleiðslu til starvið.
Sum liður í at stuðla undir heilsu og trivnað bjóða vit øllum starvsfólkum í NBH at venja ókeypis í venjingarhølunum Ven og Virka.
Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg nærri um her: https://nbh.fo/nbh/.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelag og
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Gunnvá Müller, deildarleiðara, á tel. +298 793450 ella við tposti til gunnvam@nbh.fo.
Skrivlig umsókn, við avritum av autorisatión, prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Búog Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. november 2023.