Lýsing
Er tú tann, vit sóknast eftir?
Er eldraøkið tað, tú brennur fyri, so er tað møguliga tær, vit sóknast eftir.
Starvið, sum sjúkrarøktarfrøðingur á sambýlinum oman Mattalág, er leyst at søkja. Starvsbyrjan er 1. desember 2024 ella eftir avtalu.
Eldrasambýlið oman Mattalág
Á eldrasambýlinum oman Mattalág húsast 8 fólk. Eldrasambýlið oman Mattalág er eitt eldrasambýli, har primera fokusøkið er minnissvinn. Á heiminum starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum. Vit stremba eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144423