Lýsing
»Veita umsorgan, røkt og viðgerð, har búfólkið er í miðdeplinum«.
Ert tú ein eldhugaður sjúkrarøktarfrøðingur, við áhuga fyri eldraøkinum, so er tað júst tær vit leita eftir.
Á Ellisheiminum búgva 24 búfólk og her arbeiða áleið 25 røktarstarvsfólk. Ellisheimið er eitt 90 ára gamalt røktarheim, sum er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu.
Á Ellisheiminum leggja vit dent á, at skapa tryggleika og lívsvirði fyri búfólkini. Vit miða eftir at skapa innihald í degnum og at búfólkini skulu trívast. Hetta gera vit við at gera ymiskar aktivitetir saman við búfólkunum. Dentur verður eisini lagdur á, at hava eitt gott tvørfakligt samstarv, við m.a. læknar, ergo- og fysioterapeutar.