Lýsing
Ert tú ein eldhugaður sjúkrarøktarfrøðingur, við áhuga fyri eldraøkinum, so er tað júst tær vit leita eftir.
Á Ellisheiminum búgva 25 búfólk og her arbeiða áleið 35 starvsfólk. Ellisheimið er eitt 89 ára gamalt røktarheim, sum er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu.
Á Ellisheiminum leggja vit dent á, at skapa tryggleika og lívsgóðsku fyri búfólkini. Vit miða eftir at skapa innihald í degnum og at búfólkini skulu trívast. Hetta gera vit við at gera ymiskar aktivitetir saman við búfólkunum. Dentur verður eisini lagdur á, at hava eitt gott tvørfakligt samstarv, við m.a. læknar, ergo- og fysioterapeutar.
Søkt verður eftir:
Sjúkrarøktarfrøðingi í føstum starvi á setunarbrøki 1,0 (møguleiki er at fáa minni brøk) sum skjótast, har arbeitt verður í skiftandi vaktum allar dagar.