Lýsing
Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum lýsir hervið eftir royndum sjúkrarøktarfrøðingi innan endoskopi til setan frá 1. januar 2024. Talan er um eitt fast starv á brøk 0,8 í dagtíð 8-16, yrkadagar.
Endoskopiin er ein eind av skurðgongini á Landsjúkrahúsinum. Ì skopiini starvast 4 sjúkra-røktarfrøðingar, harumframt eru 14 skurðsjúkrarøktarfrøðingar á skurðgongini og 3 sterilassistentar í eindini, sterilsentralurin.
Í endoskopiini verður tikið ímóti ambulantum og innløgdum sjúklingum til kanningar og viðgerðar. Sergreinir innan endoskopiina eru; koloskopiir, gastroskopiir, ERCP o. a.
Førleikar
- Góð tvørfaklig samstarvsevni
- Eitt opið og jaligt sinni
- Sjúkrarøktarfakligar royndir innan skopi
- Kreativitetur og fleksibilitetur
- Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini
- At miðla vitan bæði á deildini og til aðrar samstarvsfelagar
- Telduførleiki (serliga er kunnleiki til Cosmic ein fyrimunur)
Vit kunnu bjóða
- Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum umframt einstaklinga innleiðslu á deildini
- Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
- Fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar
- Ávirkan á fakliga menning og dygdarmenning á deildini
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Guðrun Setberg Lindenskov, deildarleiðara, tlf. 304500, lokal 5200, gudli@ls.fo ella til Elin Vitalis, depilsleiðara, lokal 5102, elivi@ls.fo
Umsóknarfreistin er 11. desembur 2023 á midnátt.
Vinarliga søk starvið her.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.
Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni ”um stovnin”