Landssjúkrahúsið
Lýsing
Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til Eygadeildina. Talan er um eitt farloyvisstarv á brøki 0,7125 at byrja 01.04.2024 og eitt ár fram.
Arbeiðið á deildini snýr seg í høvuðsheitum um kanningar og skurðviðgerðir, sjálvstøðugt ambulatorium við m.a. diabetes, glaucom og børnum. Allar kanningar verða framdar við ymiskum tólum.
Vit eru ein lítil tøtt deild við 12 starvsfólkum – fýra læknar, fimm sjúkrarøktarfrøðingar og tríggir skrivarar. Vit leggja dent á gott samstarv og hugna í tí dagliga.
Dentur verður lagdur á:
- góð tvørfaklig samstarvsevni
- sjúkrarøktarfakliga vitan og royndir innan skurðviðgerðir
- kreativitet og fleksibilitet
- ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini
- miðlan av vitan bæði á deildini og til aðrar samstarvsfelagar
- telduførleika á brúkarastøði.
Vit bjóða:
- innleiðslu á deildini
- spennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
- fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar
- ávirkan á fakliga menning og dygdarmenning á deildini.