Landssjúkrahúsið
Lýsing
Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til Eygnadeildina. Talan er um eitt farloyvisstarv á brøki 0.5 frá 01.11.2024 til 31.05.2025. Arbeiðið er í dagtímunum.
Arbeiðið á deildini snýr seg í høvuðsheitum um kanningar og skurðviðgerðir, sjálvstøðugt ambulatorium við m.a. diabetes, glaucom og børnum. Allar kanningar verða framdar við ymiskum tólum.
Á deildini starvast 12 starvsfólk – 4 læknar, 5 sjúkrarøktarfrøðingar og 3 skrivarar. Vit leggja dent á gott samstarv í tí dagliga.
Dentur verður lagdur á
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Sjúkrarøktarfakliga vitan og royndir innan skurðviðgerðir
- Góð tvørfaklig samstarvsevni
- Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini
- Evni at miðla vitan til starvsfelagar, sjúklingar og aðrar samstarvsfelagar
- Telduførleika á brúkarastøði
Vinarliga søk starvið her.