Landssjúkrahúsið
Útgivið
6. marts 2026
Útgongur
19. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum lýsir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til Eygadeildina. Talan er um tíðaravmarkað starv til 01.01.2027 á starvsbrøki 0,8. Arbeiðið er í dagtímunum - ikki kvøld ella vikuskifti.

Ynskja starvsbyrjan skjótast tilber.

Arbeiði á deildini snýr seg í høvuðsheitum um kanningar og skurðviðgerðir, sjálvstøðugt ambulatorium við m.a. diabetes, glaucom og børnum. Allar kanningar verða framdar við ymiskum tólum.

Vit eru ein lítil tøtt deild við 12 starvsfólkum - 4 læknar, 5 sjúkrarøktarfrøðingar og 3 skrivarar. Vit leggja dent á gott samstarv og hugna í tí dagliga.

Dentur verður lagdur á

  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Sjúkrarøktarfakliga vitan og royndir innan skurðviðgerðir
  • Kreativitet og fleksibilitet
  • Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini
  • At miðla vitan bæði á deildini og til aðrar samstarvsfelagar
  • Telduførleika á brúkarastøði

Vit bjóða

  • Innleiðslu á deildini
  • Spennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • Fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar
  • Ávirkan á fakliga menning og dygdarmenning á deildini

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið
fáast við at ringja til sjúkrarøktarfrøðing á Eygnadeildini, tlf. 304500 lokal 5346, teldupost: eyga@ls.fo ella til Elin Vitalis depilsleiðara, tlf. 234523, teldupost: elivi@ls.fo.

Umsóknarfreistin er 19.03.2026

Vinarliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

6. marts 2026
6. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið