Nánd-Heimatænastan
Útgivið
27. oktober 2023
Útgongur
12. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú áhuga í at veita sjúkrarøkt til borgarar í egnum heimi, so er tað møguliga tær, vit søkja eftir.

Søkt verður eftir
Sjúkrarøktarfrøðingi at byrja í forloyvsstarvi 15. november 2023 (ella skjótast tilber) og fram til 30. apríl 2024 .

Miðalarbeiðstíðin er 32 t/viku ella eftir ynski.

Arbeitt verður í dag- og kvøldvaktum og tilkallivaktum á nátt.

Nánd veitir heimasjúkrarøkt til borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.

Førleikar og væntanir

  • Áhuga og hegni í at veita heimabúgvandi borgarum sjúkrarøkt og heilsustimbran.
  • Góð evnir at samstarva og til nýhugsan
  • Jaligan hugburð

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðspláss, har tú arbeiðir í tvørfakligum umhvørvi
  • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gott tvørfakligt samstarv

Starvsetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið g Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at seta teg í samband við Katrin Hansen deildarleiðara á tlf. 730 212

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, cv v.m. skulu sendast til katrin@eystur.fo og verða Nánd í hendi seinast 13. november 2023 kl. 12.

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið