Landssjúkrahúsið
Útgivið
22. februar 2024
Útgongur
7. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til farloyvisstarv í Børn og Ung psykiatri til setan 1. mai 2024 til 31. apríl 2025. Talan er um starv á brøki 0,85 í ambulatoriinum.

Um Børn og Ung psykiatri

Barna- og ungdómspsykiatriina arbeiðir við útgreining og viðgerð av børnum og ungum upp til 18 ár. Virksemið er skipað í trýggjar eindir – eitt ambulant barna- og ungatoymið og ein dageind. 26 starvsfólk við ymiskum fakligum bakgrundum eru knýtt at barna- og ungdómspsykiatriini. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at gera útgreiningar og veita viðgerð við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar.

Starvið, sum talan er um, er knýtt at ambulantu toymunum. Arbeiðsøkið umfatar í høvuðsheitum at luttaka í útgreiningar uppgávum, uppfylging av m.a. medisinskari viðgerð umframt ráðgeving av teimum, sum eru um børnini og tey ungu. Starvið umfatar nógv samstarv við foreldur, umframt innanhýsis og uttanhýsis samstarv. Samskipan av hesum samstarvi er sostatt ein týdningarmikil partur av arbeiðnum. Harumframt er ein týdningamikil partur av arbeiðinum eisini at miðla vitan og ráðgeva einstøku familjunum. Virksemið fer fram í tøttum samstarvi við foreldur og onnur avvarðandi, ið eru ein aktivur partur av viðgerðini.

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Royndir innan psykiatri og/ella arbeiði við børn og ung er ein fyrimunur

Vinarliga søk starvið her.

Líknandi størv

10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið