Landssjúkrahúsið
Útgivið
1. december 2024
Útgongur
12. december 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til farloyvisstarv í Børn & Ung psykiatri til setan 01.01 .2025 til 30.06. 2026. Talan er um starv á brøki 0,80 í ambulatoriinum.

Um Børn & Ung psykiatri
Barna- & ungdómspsykiatriin arbeiðir við útgreining og viðgerð av børnum og ungum upp til 18 ár. Virksemið er skipað í fýra eindir - børn, ung, viðgerðareind og dageind. 26 starvsfólk við ymiskum fakligum bakgrundum eru knýtt at barna- og ungdómspsykiatriini. Vit leggja dent á at veita góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at gera útgreiningar og veita viðgerð við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar.

Starvið, sum talan er um, er knýtt at ambulantu toymunum. Starvið hoyrir upprunaliga til eindina fyri tey ungu, har ung frá 12-17 ár verða útgreinað, men við møguleika fyri broytingum um tørvur verður á at fremja broytingar í staðseting av eindini. Arbeiðsøkið umfatar í høvuðsheitum at luttaka í útgreiningum av uppgávum, uppfylging av m.a. medisinskari viðgerð umframt ráðgeving av teimum, sum eru um børnini og tey ungu. Starvið umfatar nógv samstarv við foreldur, umframt innanhýsis og uttanhýsis samstarv. Samskipan av hesum samstarvi er sostatt ein týdningarmikil partur av arbeiðinum. Harumframt er ein týdningamikil partur av arbeiðinum eisini at miðla vitan og ráðgeva einstøku familjunum. Virksemið fer fram í tøttum samstarvi við foreldur og onnur avvarðandi, ið eru ein aktivur partur av viðgerðini.

sí lýsing her

Vinarliga søk starvið her.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið