Lýsing
Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og avbjóðandi umhvørvi, har grundleggjandi sjúkrarøkt skal samantvinnast við háteknologi, so er møguleikin her.
Á G1 á Bráðdeplinum á Landsjúkrahúsinum er eitt fast starv á brøki 1,0 í skiftandi vaktum til setan frá 1. mars 2026 ella eftir nærri avtalu, og eitt avloysarastarv fyri starvsfólk í barnsburðafarloyvi á brøki 1,0 í skiftandi vaktum til setan frá 1. mars 2026 til 28. februar 2027, leyst at søkja.
G1 er partur av Bráðdeplinum, sum veitir tænastur tvørtur um klinisku deplarnar og umfatar økini: Intensivdeild, Viðrakning, Bráðmóttøku/Skaðastovu, Anestesideild, Kommunulæknavakt, Sjúkraflutningstænastu og Endurvenjingardeild.
G1 umfatar intensivdeild, viðrakning og skaðastovu/bráðmóttøku. Á G1 arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar og anestesilæknar. Deildin er skipað við einum deildarleiðara og tveimum varaleiðarum við ábyrgd fyri sjúkrarøktini og depilsleiðslu, sum hevur evstu ábyrgd av deildini.
Intensivdeildin tekur í móti øllum sjúklingum, sum hava tørv á intensivari røkt og viðgerð. Allir sjúklingar, sum verða doyvdir á LS, koma í viðrakning. Skaðastovan/Bráðmóttøkan móttekur allar bráðfengis sjúkar sjúklingar.
Á intensivdeildini verða uml. 500 - 600 sjúklingar innlagdir árliga. Í viðrakning koma uml. 2200 sjúklingar árliga, og skaðastovan/bráðmóttøkan móttekur uml. 9000 - 10.000 sjúklingar árliga.
Tú kemur í mun til tørv og førleikar at hava ymiskar arbeiðsuppgávur innan serøkini á deildini.