Viðgerðarheimið Heilbrigdi
Útgivið
23. marts 2023
Útgongur
10. april 2023
Staður
Norðuri á Heyggi 3 FO-176 Velbastaður, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
annika@heilbrigdi.fo

Lýsing

Viðgerðarheimið Heilbrigdi á Velbastað søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi í fast starv

Um Heilbrigdi:
Heilbrigdi er viðgerðarheim, sum síðan 1986 hevur viðgjørt rúsevnismisnýtarar sambært 12 stiga
skránni hjá AA – eisini kallað Minnesota viðgerðin. Alkoholisma, addiction ella bundinskapur er
sambært WHO (Altjóða Heilsustovninum) viðurkent sum ein sjúka.

Lýsing:

Sum sjúkararøktarfrøðingur á Heilbrigdi, kemur tú at starvast innan avrúsing, visitatión og
heilivágsviðgerð, saman við lækna, eins og tú kemur at geva sjúkrarøkt eftir sjúklingsins tørvi.
Eisini kemur tú at hava samrøður og fyrilestrar innan heilsurøkt saman við viðskiftafólkunum.

Vit vænta, at umsøkjarin:

  • hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • hevur hug og hegni at arbeiða við misnýtarum
  • hevur lætt við at koma í samband við menniskju
  • hevur fakligan áhuga og vísir ábyrgd fyri egnari fakligari og persónligari menning
  • hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • er tænastusinnaður, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til samstarv við bæði starvsfelagar, misnýtarar og hevur góð tvørfaklig samstarvsevni
  • hevur ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á stovninum
  • dámar avbjóðingar og hevur vilja og evnir at royna nýggjar leiðir
  • hevur innlit í virksemi á misnýtsluøkinum
  • dugir at vegleiða viðskiftafólki og avvarðandi
  • kann gera annað praktiskt arbeiði í samband við viðgerðina
  • hevur koyrikort
  • reina revsiváttan


Vit bjóða:

Eitt spennandi starv við sjálvstøðugum og avbjóðandi uppgávum. Arbeiðið gevur góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning. Talan er um eitt starv uppá 32 tímar um vikuna í dagvaktum. Arbeitt verður annaðhvørt vikuskifti, somuleiðis í dagtímunum og er hetta íroknað nevndu 32 tímarnar.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Starvið verður lýst til setanar frá 01. mai 2023 ella so skjótt tað er gjørligt.
Heilbrigdi skilar sær rætt til at søkja av nýggjum, um mett verður at skikkaður umsøkjari ikki søkir.

Umsókn verður at senda til:
Viðgerðarheimið Heilbrigdi á Velbastað
Norðuri á Heyggi 3
FO-176 Velbastaður
Att.: Annika Holm, virkandi stovnsleiðara

ella teldupost: annika@heilbrigdi.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi seinast sunnudagin 09. apríl 2023

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Anniku Holm á telefon 580379

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið