Tórshavnar kommuna
Lýsing
Heimarastova á Lágargarði søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi at byrja 1. oktober 2024 ella skjótast til ber.
Talan er um eitt fast starv á starvsbrøki 0,8 – arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum, triðja hvørt vikuskifti.
Dentur verður lagdur á
- Fakligan áhuga innan eldrarøkt og umsorgan, til gagn fyri tey sum búgva her
- Góð tvørfaklig samstarvsevni
- Ert tolin, rúmandi og rólig/-ur av lyndi
- Áhuga fyri at undirvísa og miðla vitan skrivliga og munnliga til starvsfelagar, húsfólk, avvarðandi og aðrar samstarvspartar