Tórshavnar kommuna
Útgivið
6. maj 2026
Útgongur
21. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Fulltíðarstarv

Lýsing

Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgaran, so ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi.

Heimarastova á Lágargarði sóknast eftir sjúkrarøktarfrøðingi.

Vit eru partur av Heilsu- og umsorganartænastuni, sum er skipað í trimum eindum - Heilsuhúsið og tvær búeindir. Heimarastova er ein røktardeild við 16 búplássum til fólk við ellisbrekum og varandi sjúkum.

Á Heimarastovu stremba vit eftir høgum fakligum støði, einum heimligum umhvørvi og at veita dygdargóða røkt. Vit arbeiða viðurkennandi fyri at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott. Undir dagligari leiðslu av deildarleiðara og varadeildarleiðara, sum báðar eru sjúkrarøktarfrøðingar, kemur tú at starvast saman við øðrum sjúkrarøktarfrøðingum, heilsuhjálparum og hjálparfólkum.

Tú gerst partur av einum starvsliðið, sum virkar fyri einum lærandi arbeiðsumhvørvi.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

 

Líknandi størv

11. maj 2026
Matstovuleiðari til matstovuna á KG   Faroe Islands nýtt
11. maj 2026
10. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið