Tórshavnar Kommuna
Útgivið
9. november 2023
Útgongur
23. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til Heimatænastuna á setanarbrøk 0,7 at byrja 1. januar 2024 ella eftir avtalu.

Heimatænastan
Heimasjúkrarøkt er ein partur av Heimatænastuni og starvast verður í tøttum samstarvið við heilsurøktarum, heilsu- og heimahjálpum, fysio- og ergoterapeutum. Tað starvast 15 heimasjúkrarøktarfrøðingar í Heimatænastuni, ið er staðsett í Heilsuhúsinum. Heilsuhúsið er ein av trimum eindum í Heilsu- og umsorganartænastuni. Heilsuhúsið veitir tilboð og tænastur til heimabúgvandi borgarar, umframt at tvørgangandi tænastur inn á stovnarnar eru skipaðar í Heilsuhúsinum.
Kjarnuuppgávan hjá Heilsuhúsinum er at veita eina samskipaða heildartænastu til heimabúgvandi borgarar og borgarar á røktarheimi, ið hava tørv á røkt, umsorgan og rehabilitering, við virðing fyri tí einstaka og teirra avvarðandi. Vit leggja stóran dent á góðsku og at stuðla undir einum virknum gerandisdegi.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu:

Leinkja til umsóknarskema:

Líknandi størv

13. juni 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið