Tórshavnar kommuna
Útgivið
9. april 2025
Útgongur
23. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til Heimatænastuna í starvsbrøki 0,8, svarandi til 32 tímar um vikuna. Starvið er í skiftandi vaktum og arbeitt verður 3.hvørt vikuskifti. Starvið verður sett frá 1. juni 2025 ella eftir avtalu.


Heimatænastan

Heimasjúkrarøkt er ein partur av Heimatænastuni og starvast verður í tøttum samstarvi við heilsurøktarum, heilsu- og heimahjálpum, fysio- og ergoterapeutum. Tað starvast 15 heimasjúkrarøktarfrøðingar í Heimatænastuni, ið er staðsett í Heilsuhúsinum. Heilsuhúsið er ein av trimum eindum í Heilsu- og umsorganartænastuni. Heilsuhúsið veitir tilboð og tænastur til heimabúgvandi borgarar, umframt at tvørgangandi tænastur inn á stovnarnar eru skipaðar í Heilsuhúsinum.

Kjarnuuppgávan hjá Heilsuhúsinum er at veita eina samskipaða heildartænastu til heimabúgvandi borgarar og borgarar á røktarheimi, ið hava tørv á røkt, umsorgan og rehabilitering, við virðing fyri tí einstaka og teirra avvarðandi. Vit leggja stóran dent á góðsku og at stuðla undir einum virknum gerandisdegi. Eisini stuðla heimatænastan undir at borgarar kunna verða í sínum egna heimið sum longst.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið