Lýsing
Ynskir tú at ganga á odda og styrkja tænasturnar til heimabúgvnadi borgarar í Norðoyggjum?
So er starvið sum bólkaleiðari í Heimatænastuni ein møguleiki!
Vit sóknast eftir
Sjúkrarøktarfrøðingi í bólkaleiðarastarv fulla tíð frá 1. november 2023 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri lægri brøki. Høvuðsendamálið við starvinum er at tryggja samanhangandi borgaragongdir og dygd í tænastuni.
Uppgávurnar fevna um, at
- Skipa dagliga arbeiðið hjá heilsustarvsfólkunum í heimahjálparabólkinum við atliti at dygd og samanhangi
- Vitja borgarar við tí endamáli at tryggja haldgott tænastustøði, eins og nøktandi og tryggar karmar hjá starvsfólkunum at arbeiða í
- Stuðla starvsfólkunum í at skjalfesta og dagføra viðkomandi skjøl í talgildu heilsuskipanini
- Hava ábyrgd fyri, at dagførdar, skrivligar heimahjálparaavtalur eru tøkar í heiminum hjá borgaranum
- Hava ábyrgd fyri, at fyriskipaðar tænastur, røkt og viðgerð verða fylgdar og eftirmettar
- Stuðla undir dygdargott samstarv tvørtur um fak, eindir og geirar
- Undirvísa, stuðla og kunna starvsfólk, borgarar og avvarðandi
- Ganga á odda í at umrøða og kjølfesta tænastuna á einum fakliga grundaðum stigi og saman við starvsfólkunum reflektera yvir t.d. truplar støður, ið kunnu koma fyri
- Avloysa deildarleiðaran í Heimatænastuni
Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst autorisatión og útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur. Útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið eins og leiðslu kunnu vera ein fyrimunur.
Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og sum bólkaleiðari fert tú bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við deildarleiða, starvsfólk, borgarar og avvarðandi teirra. Góð samstarvs- og samskiftisevni eri tí týdningarmiklir eginleikar. Arbeiðið í Heimatænastuni er skipað í samstarvi við aðrar eindir í NBH, eins og við aðrar fakbólkar, stovnar og geirar. Tí vænta vit, at tú hevur góð evni at samskipa og megnar at virka í einum tvørfakligum toymi.
NBH strembar áhaldandi ímóti at betra og tillaga tænasturnar við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka, og tí verður roknað við, at tú tolir at arbeiða undir broyttum umstøðum og at arbeiða við broytingum.
Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði, sum m.a. merkir, at tú fert at taka lut í og seta tín dám á framhaldandi menning hjá starvsfólkum, og at tú eisini sjálv/sjálvur fært góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning.
Omanfyri nevndu virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.
Fyri at stuðla undir heilsu og trivnað bjóðar NBH øllum starvsfólkum at venja ókeypis í veningarhølunum ‘Ven og Virka’.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Per Johannessen, deildarleiðara í Heimatænastuni, á tel. +298 793470 ella við telduposti til perj@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er 16. oktober 2023.