
Lýsing
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til Heimatænatuna í VEKS, at seta skjótast tilber.
Talan er um eitt nýtt og spennandi starv har tú at arbeiðir í toymi saman við sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara, ergoterapeuti og demenssamskipara.
Starvsbrøkur 1,0 - ella eftir avtalu.
Starvið er í dagvaktum, gerandisdagar.
Arbeiðsstaður
- Er á/út frá Røktarheiminum á Mørkini í Streymnesi. sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum í Sunda Kommunu á Streymoynni. Klinisku sjúkrarøktarfrøðingarnir í hesum øki, hava skrivstovu á Mørkini.
Tínar arbeiðsuppgávur vera í høvusheitum:
- At veita kliniska sjúkrarøkt
- Gera røktagongdir til bogarar í økinum
- Miðla og fylgja upp á røktargongdir
- Palliativa sjúkrarøkt
- Vegleiða og undirvísa starvsfólkum
- Hava samrøður við borgarar og avvarðandi
- Vegleiða lesandi
Førleikar
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Góðan telduførleika
- Megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn
- Hevur góð evnir at samskifta
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Koyrikort til persónbil
Vit vænta at tú hevur áhuga at arbeiða innan eldraøkið, hevur áhuga at arbeiða við røktargongdum og hevur áhuga í at viðvirka til at menna røktina til eldri.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við arbeiðsstaði út frá omanfyri nevndu støðum.
Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til sini at fevna um aðrar uppgávur.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið g Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til
ella
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. oktobur 2022 kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:
- Anniku Torbjarnardóttir, eindarleiðara á Røktarheiminum á Mørkini, á tlf. 793251
Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.
Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo