VEKS
Útgivið
19. september 2022
Útgongur
3. oktober 2022
Staður
Streymnes, Sunda Kommuna, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til Heimatænatuna í VEKS, at seta skjótast tilber.

Talan er um eitt nýtt og spennandi starv har tú at arbeiðir í toymi saman við sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara, ergoterapeuti og demenssamskipara.

Starvsbrøkur 1,0 - ella eftir avtalu.
Starvið er í dagvaktum, gerandisdagar.

Arbeiðsstaður

  • Er á/út frá Røktarheiminum á Mørkini í Streymnesi. sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum í Sunda Kommunu á Streymoynni. Klinisku sjúkrarøktarfrøðingarnir í hesum øki, hava skrivstovu á Mørkini.

 

Tínar arbeiðsuppgávur vera í høvusheitum:

  • At veita kliniska sjúkrarøkt
  • Gera røktagongdir til bogarar í økinum
  • Miðla og fylgja upp á røktargongdir
  • Palliativa sjúkrarøkt
  • Vegleiða og undirvísa starvsfólkum
  • Hava samrøður við borgarar og avvarðandi
  • Vegleiða lesandi

 

Førleikar 

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Góðan telduførleika
  • Megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn
  • Hevur góð evnir at samskifta
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Koyrikort til persónbil

Vit vænta at tú hevur áhuga at arbeiða innan eldraøkið, hevur áhuga at arbeiða við røktargongdum og hevur áhuga í at viðvirka til at menna røktina til eldri.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við arbeiðsstaði út frá omanfyri nevndu støðum.

Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til sini at fevna um aðrar uppgávur.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið g Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til

veks@veks.fo  

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59 
FO-350 Vestmanna

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. oktobur 2022 kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:

  • Anniku Torbjarnardóttir, eindarleiðara á Røktarheiminum á Mørkini, á tlf. 793251

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.

Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið