VEKS
Útgivið
22. februar 2024
Útgongur
14. marts 2024
Staður
Bakkavegur 59, FO-350 Vestmanna, Faroe Islands
T-post
veks@veks.fo

Lýsing

Søkt verður eftir:

  • 1 kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi til Røktarheimið á Grønanesi og útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og triðja hvørt vikuskifti.

Starvsbrøkur: 1,0 ella eftir avtalu
Starvsbyrjan: 1/4-24 ella eftir nærri avtalu

Talan er um spennandi starv, har tú at arbeiðir í tvørfakligum umhvørvi.

Tínar arbeiðsuppgávur verða í høvuðsheitum:

  • At veita kliniska sjúkrarøkt
  • Gera røktargongd til borgarar
  • Miðla og fylgja upp á røktargongdir
  • Palliativa sjúkrarøkt
  • Vegleiða og undirvísa starvsfólkum
  • Hava samrøður við borgarar og avvarðandi
  • Vegleiða lesandi

Førleikar 

  • Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Hevur góð evnir at samskifta
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Góðan telduførleika
  • Koyrikort til persónbil
  • Síggja møguleikar í broytingum, borgarum og starvsfólki at gagni

 

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið g Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til

veks@veks.fo  

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 13. Mars 2024 kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:

  • Sóleyð Staksberg, eindarleiðara, á tlf. 793230

 

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv millum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið