Vesturvón
Útgivið
31. marts 2023
Útgongur
18. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Okkum tørvar ein sjúkrarøktarfrøðing til okkara dugnaliga starvsfólkahóp á Uppistovu.

Ert tú ein eldhugaður og samstarvssinnaður sjúkrarøktarfrøðingur, er tað kanska júst tær vit leita eftir sum okkara komandi starvsfelagi.

Á heiminum á Sýnini hava vit 35 bú-, endurvenjingar-, og umlættingarpláss.

Á Uppistovu eru 10 búpláss, umfram 5 rehabiliterings – og umlættingarpláss.

Søkt verður eftir:
Sjúkrarøktarfrøðingi til barnsburðarfarloyvisstarv á starvsbrøk 1,0 í skiftandi vaktum at byrja 1. mai 2023 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er eisini fyri lægri starvsbrøkið.

Førleikakrøv:
Útbúgving, prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Vit vænta, at tú:
Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum.

Ert miðvís/ur og skipað/ur í tilgondini til arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Kann arbeiða sjálvstøðugt við virðiligum samstarvi og samskifti.

Ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og broytingar.

Hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhugað/ur í menning.

Ert áhugað/ur og sinnað/ur at arbeiða í tøttum samstarvi og toymum.

Hevur telduførleikar á brúkarastøði og evni at seta teg inn í nýggjar skipanir.

 

Vit bjóða tær:

Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum.

Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag.

Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur.

Møguleikan at fáa ávirkan á menning og tænastur vit veita.

Góða innleiðslu.

 

Meiri kunning:
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til deildarleiðaran á Uppistovu Erlu Johannesen á tlf. 793212.

Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett frá 1. mai 2023 og lønt sambært sáttmála millum KAF/ Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn:
Umsókn saman við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til: vesturvon@vesturvon.fo

Viðmerk “Sjúkrarøktarfrøðingur til Uppistovu”.

Umsóknarfreistin er 18. apríl 2023.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið