Landssjúkrahúsið
Útgivið
6. januar 2026
Útgongur
21. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Fulltíðarstarv

Lýsing

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til hematologiskt ambulatorium. Talan er um fast starv á starvsbrøki 0,8 at byrja 1. feb. 2026 ella eftir avtalu.

Arbeiðstíðin er gerandisdagar millum kl. 8-16. Starvið fevnir eisini um vikuskiftisvaktir á medisinskari seingjadeild.

Um Hematologiska ambulatoriið
Hematologiskt ambulatorium er staðsett á G3 og er mannað við serlæknum, sjúkrarøktarfrøðingum og skrivara. Í 2023 varð Hematologiskt ambulatorium umskipað við føstum tilknýti til hematologiska økið á Ríkissjúkrahúsinum. Hetta merkir millum annað, at fleiri viðgerðir enn áður verða givnar á Landssjúkrahúsinum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Veita sjálvstøðuga sjúkrarøkt, viðgerð og eftirkanningar
  • Geva kemoviðgerð/biologiskan heilivág, intravenøsar injektiónir/infusiónir, tablettviðgerðir
  • Útinna, leiða, miðla og menna vitan um sjúkrarøkt
  • Vera við til at menna hematologiska økið í Føroyum
  • Optimera sjúklingagongdir hjá hematologiskum sjúklingum
  • Kunna sjúklingar, avvarðandi og heilsustarvsfólk um sjúku, heilivág o.a.
  • Tvørfakligt samstarv við læknar, læknaskrivara og aðrar viðkomandi fakbólkar

Dentur verður lagdur á, at tú hevur:

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • At tú megnar at fáa yvirlit yvir fjøltáttaðu arbeiðsuppgávurnar og at raðfesta og samskipa sjúklingagongdir
  • Sinnað/ur at menna førleikar at miðla vitan og undirvísa

Vit bjóða:

  • Felags innleiðslu og upplæring
  • Virknar og skikkaðar starvsfelagar
  • Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
  • Góðar møguleikar fyri førleikamenning
  • Tætt tvørfakligt samstarv

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Jóhannu Andreasen funktiónsleiðara á tlf. 304500, lokal 6251, ella við at skriva til johad@ls.fo

Umsóknarfreistin er 21. januar 2026.

Vinarliga søk starvið her.

Prógv og viðmæli verða send við umsóknini.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Líknandi størv

6. januar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið