Landssjúkrahúsið
Útgivið
22. august 2023
Útgongur
4. september 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Landssjúkrahúsið søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til Læknavaktina á Bráðdeplinum. Talan er um fast starv og fulla tíð ella eftir avtalu. Arbeiðstíðin er kvøldvaktir gerandisdagar og dag- og kvøldvaktir í vikuskiftunum.

Læknavaktin ella 1870 er bráðtelefonin til borgaran, sum hevur tørv á læknahjálp uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Læknavaktin, ið er staðsett á Landssjúkrahúsinum, virkar í tíðarskeiðinum frá kl. 16.00-08.00 allar dagar, umframt dagtímarnar í vikuskiftum og halgidøgum. Eingin sjúkrarøktarfrøðingur er í náttarvaktini. Læknavaktin umfatar allar Føroyar.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur í Læknavaktini snýr seg í høvuðsheitum um at samskipa virksemið í Læknavaktini, bæði lokalt og í samskifti við tey ymisku læknadømini í landinum. Sjúkrarøktarfrøðingurin tryggjar, at tíðin til hvønn einstakan borgara verður nýtt á skilabestan hátt, og virkar fyri, at allir borgarar, sum venda sær til læknavaktina, fáa neyðugu hjálpina í mun til sín tørv.

Sjúkrarøktarfrøðingurin arbeiðir í tøttum samstarvi við vaktlæknan, og er tilvitað um sítt sjúkrarøktarfakliga virkisøki í mun til førleikar og heimildir.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið