Kommunulækni Bjarni Wardum
Útgivið
6. marts 2023
Útgongur
20. marts 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir einum dugnaligum og sjálvstøðugum sjúkrarøktarfrøðingi til
kommunulæknaviðtalu í Hoyvík at byrja 1. mai 2023.

Viðtalan hevur um 1.600 sjúklingar og virkar í nýggjum hølum í Kirkjustræti. Til dagligt starvast ein kommunulækni, ein hjálparlækni og tveir sjúkrarøktarfrøðingar í viðtaluni, og í læknahúsinum eru tilsamans 5 viðtalur við 5 læknum, fleiri hjálparlæknum og 10 sjúkrarøktarfrøðingum, ið gevur eitt breitt fakligt og gott sosialt umhvørvi. Í okkara viðtalu leggja vit stóran dent á eitt høgt fakligt støði og áhaldandi menning. Trivnaður og arbeiðsgleði í gerandisdegnum er sera týdningarmikið, og tú hevur møguleika at hava stóra ávirkan á títt arbeiði og tín arbeiðsdag. Eisini er góður møguleiki fyri fakligari menning við goldnum skeiðsvirksemi.

Um starvið
Arbeiðsuppgávurnar hjá sjúkrarrøktarfrøðingunum er m.a.:
• Visitatión, bæði umvegis telefon og heimasíðu
• Sjálvstøðugar viðtalur so sum kronikarakontrol, barnakanningar, koppsetingar og tílíkt
• Ymiskar kanningar so sum EKG, spirometri, CRP og urinstix
• Móttøku- og skrivarauppgávur, uppgávur ísv. rakstur av viðtaluni og fyrifallandi uppgávur í samráð við kommunulæknan

Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn við prógvum, lívsrensli (CV) og øðrum viðkomandi skjølum, skulu sendast til bjarniwardum@kl.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um teg
Títt arbeiðslag er myndað av høgari fakligheit og tænastustøði. Tú trívist við fleiri bóltum í luftini í senn, ert proaktiv/ur og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.

Tú er løggildigur sjúkrarøktarfrøðingur við minst 5 ára royndum. Royndir frá
kommunulæknaviðtalu er ein fyrimunur.
Grundleggjandi telduførleikar er ein treyt, og royndir við Cosmic er ein fyrimunur.
Upplæring verður eftir tørvi.

Lønar- og setanartreytir
Starvsbrøk 0.6 (við møguleika fyri hægri brøki seinni)

Umsókn
Ynskir tú fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Bjarna Wardum, kommunulækna, á tlf.: 264 266 ella á teldupost bjarniwardum@kl.fo.

Seinasta freist at søkja er 20. mars 2023.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið