Læknaviðtalan hjá Eyð Tausen Magnussen
Útgivið
27. januar 2025
Útgongur
15. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til brøk 0,6-0,8 til læknaviðtaluna hjá kommunulækna Eyð Tausen Magnussen at byrja 1 mars ella eftir avtalu. Ein sjúkrarøktarfrøðingur er í føstum starvi í viðtaluni frammanundan.

Um starvið:

  • Spennandi og fjølbroytt arbeiði
  • Fakligheit, trivnaður og arbeiðsgleði eru høgt í metum
  • Uppgávurnar eru m.a. sjálvstøðugar viðtalur við sjúklingar við kroniskum sjúkum, barnakanningar, barnakonukanningar, koppsetingar og ymiskar injektiónsviðgerðir, telefonvisitatión og annað fyrifallandi arbeiði.
  • Góðir møguleikar eru fyri menning við t.d. skeiðum, ið onkuntíð kunnu vera uttanlands. Dentur fer eisini at verða lagdur á undirvísing í viðtaluni og/ella saman við grannaviðtalunum.

Um teg:

  • Tú ert sjúkrarøktarfrøðingur. Royndir innan almen medicin eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
  • Fleksibul og sjálvstøðug/ur
  • Megnar at arbeiða undir trýsti
  • Góð samstarvsevni

Um hetta hevur tín áhuga, so send umsókn og CV á teldupost til eydtmagnussen@gmail.com.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 14.02.2025.

Um tú hevur spurningar um starvið ert tú vælkomin at skriva teldupost.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið