Tórshavnar kommuna
Lýsing
Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri búfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Lava-/Luddalon.
Lava-/Luddalon á Tjarnargarði er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu, og er ein bú- og røktardeild við 24 búplássum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Vit stremba eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og royna at skapa ein innihaldsríkan gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.