Lýsing
Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgaran, so ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi.
Vit eru partur av Heilsu- og umsorganartænastuni, sum er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir. Miðstova er ein røktardeild við 16 búplássum til fólk við ellisbrekum og varandi sjúkum.
Á Miðstovu stremba vit eftir høgari fakligheit, einum heimligum umhvørvi og at veita dygdargóða røkt. Vit arbeiða viðurkennandi fyri at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott. Undir dagligari leiðslu av deildarleiðara og varadeildarleiðara, sum báðar eru sjúkrarøktarfrøðingar, kemur tú at starvast saman við øðrum sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum og hjálparfólkum. Tú gerst partur av einum starvsliði, sum virkar fyri einum lærandi arbeiðsumhvørvi.