Røktarheimið á Mørkini
Útgivið
3. december 2021
Útgongur
17. december 2021
Staður
Bakkavegur 59  FO-350 Vestmanna, Faroe Islands

Lýsing

Ynskir tú at luttaka í eini menning og verksetan av nýggjum tilboðum, er hetta nakað fyri teg.

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi, at seta skjótast tilber.

Starvsbrøkur 1,0 - ella eftir avtalu.

Starvið er í dagvaktum. Um ynski er um skeivar vaktir og vikuskifti, ber hetta til.
Góðir møguleikar eru fyri fakligari menning, bæði um einstaklingur og saman við dugnaligum starvsfelagum.

Arbeiðsstaður

  • Røktarheimið á Mørkini, sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum í Sunda Kommunu á Streymoynni.

Førleikar 

  • Útbúgving og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur.
  • Áhuga í kliniskum sjúkrarøktararbeiði á stovni og heima hjá borgarum.
  • Áhuga í at leggja røktargongdir til rættis og eftirmeta røktargongdir.
  • Jaligan og innovativan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum og konstruktivum samstarvi við leiðarar,  aðrar fakbólkar og einstaka borgaran.
  • Telduførleika á brúkarastøði.
  • Koyrikort til persónbil.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við arbeiðsstaði út frá omanfyri nevndu støðum.

Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til sini at fevna um aðrar uppgávur.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið g Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til

veks@veks.fo  

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59 
FO-350 Vestmanna

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 17. desembur 2021 kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið