Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
4. januar 2024
Útgongur
22. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ynskir tú at brúka og menna tínar sjúkrarøktarfakligu førleikar? So er møguleikin her!

Vit sóknast eftir
Norðoya Røktarheim, Niðristova, sóknast eftir sjúkrarøktarfrøðingi til farloyvisstarv frá 1. mars 2024 til og við 28. februar 2025. Arbeitt verður í dagvaktum og triðja hvørt vikuskifti.

Á Niðristovu búgva 14 fólk.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst autorisatión og útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú fert at hava fjølbroyttar og fakliga avbjóðandi uppgávur. Breiðar kliniskar royndir eru tískil viðkomandi fyri starvið, men eru ikki eitt krav. Somuleiðis kunnu útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið vera ein fyrimunur.

Vit vænta, at tú leggur orku í at tryggja eitt gott samskifti við starvsfólk og avvarðandi, eins og í samstarvið tvørtur um fak og eindir, har tú lutar tína vitan og gert títt til at finna smidligar og góðar loysnir, sum stuðla undir innihaldsríkar dagar í heimligum umhvørvi.

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, ynskir at veita tænastur á høgum fakligum stigi, og tí fært tú møguleika fyri at førleikamenna teg innan økir, ið eru viðkomandi fyri starvið.

Sum liður í at stuðla undir heilsu og trivnað bjóða vit øllum starvsfólkum í NBH at venja ókeypis í venjingarhølunum Ven og Virka.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg nærri um her: https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Lív við Ravnagil, deildarleiðara, á tel. +298 793435 ella við telduposti til livr@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er 22. januar 2024.

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið