Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
18. marts 2025
Útgongur
7. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

NBH søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi í barsilsfarloyvisstarv frá 1. mai 2025 til 30. apríl 2026 á setanarbroti 0,8. Arbeitt verður í dagvaktum, kvøldvaktum og annað hvørt vikuskifti.

Høvuðsendamálið við starvinum er – í tøttum samstarvi við deildarleiðaran – at tryggja búfólkunum eina dygdargóða sjúkrarøkt á fakligum høgum stigi við støði í ynskjum og tørvum hjá einstaka búfólkinum. Hetta merkir, at tú fært høvi at seta tín dám á fakligu gongdina og menningina á staðnum.
Norðoya Ellis- og Vistarheim er karmur um bústað hjá níggju búfólkum.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst autorisatión og útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Vit kunnu bjóða eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú fert at hava fjølbroyttar og fakliga avbjóðandi uppgávur. Breiðar kliniskar royndir eru tískil viðkomandi fyri starvið, men eru ikki eitt krav. Somuleiðis kunnu útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið vera fyrimunir.

Vit vænta, at tú leggur orku í at tryggja gott samskifti við starvsfólk og avvarðandi, eins og í samstarvið tvørtur um fak og eindir, har tú lutar tína vitan og gert títt til at finna smidligar og góðar loysnir, sum stuðla undir innihaldsríkar dagar í einum heimligum umhvørvi.

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, ynskir at veita tænastur á høgum fakligum stigi, og tí fært tú møguleika fyri at førleikamenna teg innan øki, ið eru viðkomandi fyri starvið.

Sum liður í at stuðla undir heilsu og trivnað bjóða vit øllum starvsfólkum í NBH at venja ókeypis í venjingarhølunum Ven og Virka.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini, sum tú kanst kunna teg nærri um her: https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Dianu Johannessen, deildarleiðara, á tel. 793420 ella við telduposti til dianaj@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er 7. apríl 2025.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið