Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
22. marts 2023
Útgongur
10. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir
Á Norðoya Ellis- og Vistarheim er tørvur á sjúkrarøktarfakligum førleikum, og tí sóknast vit eftir sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,8 frá 1. juli 2023 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri hægri brøki. Starvið umfatar dagvaktir, kvøldvaktir og annaðhvørt vikuskifti.

Høvuðsendamálið við starvinum er – í tøttum samstarvi við deildarleiðaran – at tryggja dygdargóða sjúkrarøkt við støði í tørvum og ynskjum hjá einstaka búfólkinum.

Norðoya Ellis- og Vistarheim er karmur um bústað hjá 9 fólkum.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst autorisatión og útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Fyri at røkka endamálinum vænta vit, at tú hevur góð evni at samskifta og samskipa, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi, har tú í dagliga samstarvinum lutar tína vitan.

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú fert at hava sera fjølbroyttar og fakliga avbjóðandi uppgávur. Breiðar kliniskar royndir eru tískil viðkomandi fyri starvið. Somuleiðis kunnu útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið vera ein fyrimunur.

Talgilda heilsuskipanin, Cosmic, er júst íverksett á Norðoya Ellis- og Vistarheimi, og tí er kunnleiki til Cosmic og góður telduførleiki eisini viðkomandi.

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, ynskir at veita tænastur á høgum fakligum stigi, og tí fært tú møguleika fyri at førleikamenna teg innan kliniska vegleiðing og onnur viðkomandi økir.

Sum liður í at stuðla undir heilsu og trivnað bjóða vit øllum starvsfólkum í NBH at venja ókeypis í venjingarhølunum Ven og Virka.

Virksemið hjá NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg nærri um her: https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Dianu Johannessen, deildarleiðara, á tel. 793420 ella við telduposti til dianaj@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 10. apríl 2023.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið