Lýsing
Økistænastan í Sandoyar sýslu veitir heima- og sjúkrarøkt til áleið 60 heimabúgvandi borgarar, aftrat hesum eru trý røktarheim við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum. Økistænastan í Sandoyar Sýslu er skipað sum ein samantvinnað eind. Tað vil siga, at starvsfólkini arbeiða bæði inni á stovnunum og veita tænastur til heimabúgvandi. Arbeitt verður miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu.
Søkt verður eftir:
- Einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 0,8 frá 1. juni 2025 til røktarheimi Gerðisgarð.
Arbeiðstíðin fyri skiftandi vaktir og 3. hvørt vikuskifti.
Førleikar
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Áhuga at arbeiða við fólki við demensi bæði á stovni.
- Áhuga at arbeiða í heiminum hjá tí einkulta
- Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
- Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
- Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftis evnir
- Koyrikort
Vit bjóða:
- ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
- góða innleiðslu bæði á Gerðisgarði og í heimatænastuni.
- dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
- møguleika saman við starvsfeløgum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni innan demensøkið
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/FMR og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú væl komin at seta teg í samband við Sólrun O. Ørvarodd, deildarleiðara, telefon 793602 ella á teldupost ot@ot.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndum skal sendast til t-post ot@ot.fo.
Umsóknarfreist er 29. apríl 2025.
Meira fæst at vita um Økistænastuna á www.ot.fo