Landssjúkrahúsið
Lýsing
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til Onkologiska ambulatorium. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv á starvsbrøki 0,8 at byrja 01.03.2023 til og við 31.08.2023.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
- Sjúkrarøkt, viðgerð, viðtalir og eftirkanningar til sjúklingar, ið eru knýttir at Onkologiska ambulatorium
- Útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina
- Arbeiðið fevnir eisini um vikuskiftisvaktir 4. til 6. hvørja viku á seingjardeildunum
Førleikar
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Kliniskar royndir í medisinskari sjúkrarøkt
- Fakligan áhuga innan økið
- Góð tvørfaklig samstarvsevni
- Prógv í medisinskari krabbameinsviðgerð
- Góðan telduførleika
- Vilja og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
- Evni at miðla vitan skrivliga eins væl sum munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartar, eisini primera sektorin