Lýsing
Medisinski Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til Palliativa toymið. Talan er um fast starv á starvsbrøki 0,8 at byrja 1. september 2025, ella eftir avtalu. Starvið fevnir eisini um vikuskiftisvaktir á medisinskari seingjadeild.
Um Palliativa toymið
Palliativa toymið er eitt tvørfakligt toymið, sum bjóðar serkøna palliativa røkt og viðgerð. Arbeiðið fevnir um at linna kropsligar, sálarligar, andaligar og sosialar trupulleikar, ið kunnu koma av álvarsligari og ólekjandi sjúku. Endamálið er at viðvirka til best møguliga lívsgóðsku hjá sjúklingum og avvarðandi.
Uppgávan hjá toyminum er harumframt at vegleiða og undirvísa heilsustarvsfólkum, sum veita palliativa viðgerð ella røkt, og samskipa pallitativu tænastuna í Føroyum.
Palliativa toymið er staðsett á Medisinska Ambulatorium á Landsjúkrahúsinum, og er mannað við yvirlæknum, sjúkrarøktarfrøðingum og skrivara, sum hava tætt samstarv við m.a fysioterapeutar, ergoterapeutar, sosialráðgevar, kostráðgevar, prestar og sálarfrøðingar.