Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
9. januar 2026
Útgongur
25. januar 2026
Staður
Denmark
Starvsstaður
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til Pínuklinikkina á Suðuroyar Sjúkrahúsi til setan 1. mars 2026.

Arbeiðsbrøkurin er 1,0 við arbeiðstíðini mánadag – fríggjadag.

Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nýmótans sjúkrahús, ið tekur ímóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 120 fólk í ymiskum fakbólkum.

Á Pínuklinikkini verða sjúklingar við non-malignari áhaldandi pínu viðgjørdir. Vit bjóða eitt samlað tvørfakligt viðgerðartilboð, har vit tillaga eina tilgongd, við støði í støðuni hjá sjúklinginum. Toymið á klinikkini er samansett av pínulæknum, sjúkrarøktarfrøðingi, sálarfrøðingi, fysioterapeuti, ergoterapeuti og sosialráðgeva.

Vit bjóða

  • eitt spennandi starv, ið bæði er sjálvstøðugt og ein partur av toyminum í Pínuklinikkini
  • fakliga og persónliga menning
  • góðar starvsfelagar
  • skipaða innleiðslu.

Vit vænta, at tú:

  • hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • setir tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
  • hevur hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleikum
  • hevur góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
  • ert fleksibul
  • kennir ábyrgdarkenslu av at skapa góðan trivna á arbeiðsplássinum
  • hevur telduførleika – vit nýta Cosmic.

Vit kunnu bjóða:

  • ein áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað saman við góðum starvsfelagum
  • eitt starv við mennandi avbjóðingum
  • skipaða innleiðslu.

Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Rannvá B. Johannesen, deildarleiðara á pínuklinikkini á tlf. 34 33 00 ella umvegis teldupost ranjo@ssh.fo.

Umsókn v.m.
Um hetta hevur tín áhuga gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á teldupost starv@ssh.fo í seinasta lagi sunnudagin 25. januar 2026.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið