Landssjúkrahúsið
Útgivið
5. januar 2024
Útgongur
19. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Sjúkrarøktarfrøðingur til reumatologiska ambulatorie

Medisinski depilin søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til reumatologisk ambulatorium. Talan er um eitt farloyvisstarv á starvsbrøki 0,7 við starvsbyrjan 01.02.2024 til og við 31.03.2025.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Veita sjálvstøðuga sjúkrarøkt, viðgerð og eftirkanningar.
  • Geva biologiskan heilivág/kemoviðgerð, intravenøsar injektiónir/infusiónir og tablettviðgerðir
  • Útinna, leiða, miðla og menna vitan innan sjúkrarøkt
  • Kunna sjúklingar, avvarðandi og heilsustarvsfólk um sjúku, heilivág við meira
  • Tvørfakligt samstarv við lækna, kostráðgeva, fysioterapeut og aðrar viðkomandi fakbólkar

Dentur verður lagdur á, at tú hevur

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Í minsta lagi 2 ára kliniskar royndir við medisinskum sjúklingum
  • Royndir at arbeiða sjálvstøðugt. Fyrimunur er at hava arbeiðsroyndir frá viðkomandi ambulatorii
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Áhuga og ábyrgd fyri egnari fakligari og persónligari menning

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu og upplæring
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Johonnu Andreassen, funktiónsleiðara á, tlf. 304500, lokal 6251 ella Evu M. Holm, funktiónsleiðara á, tlf. 304500, lokal 6250.

Umsóknarfreistin er tann 19.01.2024.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á heimasíðuni www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Um stovnin”.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið