Landssjúkrahúsið
Útgivið
13. juli 2023
Útgongur
27. juli 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Medisinski depilin søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til reumatologisk ambulatorium. Talan er um eitt farloyvisstarv á starvsbrøki 0,5 við starvsbyrjan 01.08.2023 til og við 31.01.2024.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Veita sjálvstøðuga sjúkrarøkt, viðgerð og eftirkanningar.
  • Geva biologiskan heilivág/kemoviðgerð, intravenøsar injektiónir/infusiónir og tablettviðgerðir
  • Útinna, leiða, miðla og menna vitan innan sjúkrarøkt
  • Kunna sjúklingar, avvarðandi og heilsustarvsfólk um sjúku, heilivág við meira
  • Tvørfakligt samstarv við lækna, kostráðgeva, fysioterapeut og aðrar viðkomandi fakbólkar

Dentur verður lagdur á, at tú hevur

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Í minsta lagi 2 ára kliniskar royndir við medisinskum sjúklingum
  • Royndir at arbeiða sjálvstøðugt. Fyrimunur er at hava arbeiðsroyndir frá viðkomandi ambulatorii
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Áhuga og ábyrgd fyri egnari fakligari og persónligari menning

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið